- Hugsavnið tykkum um trygd og verju

- Hugsavnið tykkum um trygd og verju
Tað eru ráðini frá fráfarandi íslendska uttanríkisráðharranum, Þórdís Kolbrún Gylfadóttir, til komandi samgonguna
Þórdís Kolbrún Gylfadóttir, fráfarandi uttanríkisráðharri í Íslandi
 
07.12.2024 - 12:07

Í Íslandi halda samráðingarnar millum Viðreisn, Flokk fólksins og Samfylkingina fram. Flokkarnir umrøða nú mál, sum ósemja er um. 

Þórdís Kolbrún Gylfadóttir, fráfarandi uttanríkisráðharri í Íslandi, hevur góð ráð til komandi uttanríkisráðharra, - sama hvør tað verður.

- Nýggja samgongan má veruliga leggja áherðslu á verju- og trygdarmál. Vit eru í eini tíð, sum vit ikki hava upplivað, síðani lýðveldið Ísland var stovnað. Tit kunnu kallað tað kúvending, men vit mugu bara tillaga okkum til broyttan veruleika. Tú mást tillaga teg, tá ið heimurin broytist. Og hann er broyttur. Og vit mugu av álvara hugsavna okkum um hetta málið, segði fráfarandi uttanríkisráðharrin Þórdís Kolbrún Gylfadóttir..

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244