Heimsstjørna fjeppast uppi í Eivør og Elinborg

Heimsstjørna fjeppast uppi í Eivør og Elinborg
"Beautiful" ljóðar Instagram-kvøðan til Eivør og Elinborg frá heimsstjørnuni Serj Tankian úr System Of A Down til eitt videobrot, har tær báðar tulka "Walking In The Air"
Elinborg og Eivør Pálsdóttir
 
10.12.2024 - 10:51

Í gjár legði Eivør Pálsdóttir eitt videobrot út á sín yrkisliga Instagram-vanga, sum hon so oftani ger. Videbrotið var av einari duett við lítlusystrini Elinborg, har tær báðar tulka kenda jólasangin "Walking In The Air" til klaverundirspælið frá Tróndi Bogasyni.  

Higartil hava okkurt um 5000 fólk dámt upptøkuna, sum bleiv gjørd í fjør, á Instagram, og yvir 200 fólk hava eisini viðmerkt uppslagið.

Einki óvanligt at nógv fólk dáma og viðmerkja tað, ið Eivør leggur út á sosialu miðlarnar.

 

"Beautiful"

Men tað, ið ger hetta videebrotið rættiliga serligt, er, at oddamaðurin í heimskenda, progressiva tungmálmsbólkinum System of a Down, Serj Tankian eitur hann, eftir øllum at døma fjeppast uppi í Pálsdóttir-systrunum. 

 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 

A post shared by Elinborg (@elinborgmusic)

 

Serj Tankian hevur í øllum førum gjørt sær tann ómak at viðmerkja "Beautiful" undir upptøkuna við Eivør og Elinborg.

Pálsdóttir-systrarnar eru skjótar at takka Serj Tankian fyri kvøðuna við hjørtum og øðrum emojis, ið sømir seg einari so fínari kvøðu. 

 

Føroyskt tilknýti

Serj Tankian er ikki ókendur við Føroyar.

Í sambandi við Holocaust dagin í Føroyum í 2022, har ljós varð varpað á fólkadrápið, sum Ottomanska Ríkið (Turkaland) framdi í Armenia í 1915, gjørdi  Ólavur í Geil, samskipari, eina samrøðu Serj Tankian.

Báðar ommurnar og báðir abbarnir hjá Tankian yvirlivdu fólkadrápið, og Serj lovaði armenska abbanum, at hann ongantíð fór at gloyma fólkadrápið. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329