Danska verjan avgerandi í lagnudysti ímóti Hollandi

bannari
Danska verjan avgerandi í lagnudysti ímóti Hollandi
Í dag spæla Danmark og Holland avgerandi dyst um síðsta plássið í EM-hálvfinalunum, har Frakland, Ungarn og Norra longu bíða. Verjan verður avgerandi, sigur danski venjarin
Jesper Jensen væntar ein javnan og harðan dyst ímóti Hollandi, har verjan verður avgerandi
Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix  
 
11.12.2024 - 09:59

Donsku hondbóltskvinnurnar spæla í dag avgerandi dyst ímóti Hollandi um fjórða og síðsta plássið í EM-hálvfinalunum.

Danska liðið er skert nakað, og tað kom serliga illa við, at strikuspælarin, Sarah Iversen, sleit sær krossbandið í dystinum ímóti Slovenia mánadagin.

Danir mugu kortini metast sum favorittar, og venjarin, Jesper Jensenm væntar at verjan verður avgerandi. 

 - Tær hava so nógvar góðar einstaklingar á liðnum, so tú noyðist at verja væl. Um tað eydnast, og málverjarnir standa væl, so koma við víðari til hálvfinalurnar, sigur Jesper Jensen.


Málverjin, Anna Kristensen (t.v.), og Line Haugsted til miðlafund í gjár. MYND: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

 

Trýst á

Júst málverjarnir hjá Danmark hava verið góðir í kappingini. Serliga Anna Kristensen hevur staðið væl - bert Zsófi Szemerey úr Ungarn og føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen hava hægri bjargingarprosent.

 - Tað er sjálvandi trýst á, tí dysturin er avgerandi. Bæði liðini vilja í hálvfinaluna og síggja seg sum hálvfinalistar. Tað verður ein harður dystur, men tað eru slíkir dystir, tú elskar, tá tú spælir hondbólt, sigur Anna Kristensen.

Hin málverjin hjá Danmark, Althea Reinhardt, varð send heim fyri sigurin ímóti Slovenia, tí hon hevði fingið ein bólt í andlitið undir venjing. Fyri hana kom roynda Sandra Toft í hópin.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343