Færri við bústaðartilknýti flyta til Føroya enn úr Føroyum

Færri við bústaðartilknýti flyta til Føroya enn úr Føroyum
831 fólk, sum hava bústaðartilknýti til Føroya, fluttu av landinum frá oktober í fjør til oktober í ár
Frá oktober í fjør til oktober í ár fluttu 831 fólk við bústaðartilknýti úr Føroyum. (Savnsmynd)
 
13.12.2024 - 08:15

Færri, sum hava bústaðartilknýti til Føroya, flyta til Føroya enn úr Føroyum.

Frá oktober 2023 til oktober 2024 fluttu 574 við bústaðartilknýti til Føroya.

831 fluttu úr Føroyum.

939 uttan bústaðartilknýti fluttu til Føroya og 562 fluttu úr Føroyum.

 

 

Men nú eru færri, sum hava bústaðartilknýti, sum flyta úr Føroyum.

Tey eru eisini færri, sum flyta til Føroya, men tey eru tó fleiri enn tey, sum fara av landinum.   

Tá fólk hava búð í Føroyum helvtina av sínum lívi, ella í sjey av tíggju samanhangandi árum einaferð í lívinum, hava tey, sambært Hagstovuni, bústaðartilknýti til Føroya.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891