Forsetin í Suðurkorea fyri ríkisrætt

Forsetin í Suðurkorea fyri ríkisrætt
Parlamentið atkvøddi fyri draga forsetan fyri ríkisrætt í morgun, eftir at forsetin lýsti undantaksstøðu fyri smáum tveimum vikum síðan
Mynd: The Presidential Office/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
14.12.2024 - 14:20

Parlamentslimir í Suðurkorea hava í morgun okkara tíð atkvøtt fyri at draga forsetan, Yoon Suk Yeol, fyri ríkisrætt. 

Við tí verður forsetin fyribils koyrdur frá, meðan ríkisrætturin tekur støðu til ákæruna.

Tað eru smáar tvær vikur síðani, at Suðurkorea endaði í størstu politisku kreppuni í nýggjari tíð, tá Yoon Suk Yeol, lýsti serliga undantaksstøðu í landinum. Orsøkin var, at hann vildi verja landi ímóti einari kommunistiskari hermegi, sum hann orðaði seg.

Samstundis legði forsetin andstøðuna í Suðurkorea undir at hava samhuga við kommunistiska einaræðinum í grannalandinum Norðurkorea.

Nakrar tímar seinni samtykti ein meiriluti í tjóðartinginum at seta úr gildi undantaksstøðuna.

Atkvøðugreiðslan um ríkisrættin er tann næsta hesa vikuna, eftir at flokkurin hjá Yoon boykottaði atkvøðugreiðsluna fyrr í vikuni. So var ikki í dag, og 204 av 301 parlamentslimum atkvøddu fyri ríkisrættinum, skrivar The Guardian.

Eini 200.000 fólk stóðu uttanfyri parlamentið, og kravdu, at forsetin varð drigin fyri ríkisrætt, fyri at lýsa serligu undantaksstøðuna. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961