Jensina og Ljóðfílurin gera perlukúlur 

Jensina og Ljóðfílurin gera perlukúlur 
Á verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum gjørdu tey í morgun eina perlukúlu og ein mjólkajólapakka
 
16.12.2024 - 09:53

Í Barnaútvarpinum eru vit í jólahýri. Vit hoyra søgur, børn siga sína hugsan um jól, og vit hoyra góðan jólatónleik. 

Í barnaútvarpinum eru vit í jólahýri, serstakliga mánmorgnar, tá ið vit eru á verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum. Hesa ferð gjørdu tey eina perlukúla, sum er so vøkur. Eisini ber til at gera ein mjólkajólapakka, so gávan er klár jólaaftan. 

 

Soleiðis gera tit Perlukúluna:  

1. Tendrað límpistólin, so hann verður heitur. Legg hann til dømis á ein tóman eggjabakka, so lím ikki rennur úr. Meðan tit bíða, gera tit restina klárt :)  
2. Legg okkurt undirlag á borðið, so límið ikki kemur á sjálvt borðið. Vit brúktu papp.  
3. Koyr perlurnar á ein tallerk.  
4. Tá límpistólurin er klárur, tekur tú jólakúluna í einu hondina og koyrir so mikið lím á kúluna, at tú nær at seta perlur á.  
5. Legg pistólin á eggjabakkan og set síðani eina og eina perlu á, har sum límið er. Tit síggja nokkso skjótt, hvussu nógv lím skal á og hvat tit klára, áðrenn límið verður hart.  

Perlukúlan tekur eina løtu at gera, so vit lurtaðu eftir søgum á VIT appini ímeðan.

Um tolið ikki er til at gera eina kúlu, ið er full av perlum, ber til at skriva okkurt orð ella navn á kúluna, sum til dømis "JÓL", og líma perlur á orðið. 

 

Mjólkapakkajólapakkainnpakkingarpakki:  

1. Vaskað ein mjólkapakka væl  
2. Klipp, sum myndin vísir. Eg gissaði.  
3. Set jólaligt pappír á, og klistra tað fast.  
4. Legg rukkað silkippappír/súllpappír niðast.  
5. Legg kúluna í og koyr band um. 

 

>>Vegleiðing um, hvussu tú gert jólaprýðið hesuferð, kanst tú heinta niður HER

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776