Tjaldur keypt seg inn í Servi Group

Tjaldur keypt seg inn í Servi Group
Felagið Tjaldur hevur keypt týðandi minniluta part í norsku fyritøkuni Servi Group
Janus Thomsen, stjóri í Tjaldri
 
20.12.2024 - 09:47

Tjaldur hevur keypt sín part frá familjufyritøkuni Ferd, sum felagið hevur samstarvað við í fleiri ár nú. 

- Vit hava gjørt fleiri íløgur í Føroyum, men vit ynskja eisini at gera íløgur uttanlands og vaksa um plattformin hjá okkum, sigur Janus Thomsen stjóri í Tjaldri.

Kjarnu virkisøkini hjá Servi eru serliga innan frálandavinnu, maritimu vinnuna, umframt orkuvinnuna, og fevnir framleiðslan hjá felagnum m.a. um hydrauliskar loysnir. 

Tjaldur hevur týðandi ognarlut í GroAqua, Nema, Effo, Mintra, og nú eisini Servi.

 

Janus_Thomsen_1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454