Varðhald longt fyri drápsroynd og rúsevni

Varðhald longt fyri drápsroynd og rúsevni
Varðhaldsfongslingin hjá einum manni, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Skálafirði 20. november, er longd fýra vikur
Nakrir, sum eru í varðhaldi, eru í Mjørkadali.
 
20.12.2024 - 11:10

Varðhaldsfongslingin hjá einum manni, sum er skuldsettur fyri drápsroynd í Skálafirði 20. november, er longd fýra vikur.

Tað var gjørt í morgun uttan rættarfund, tí maðurin góðtók sjálvboðin, at varðhaldsfongslingin var longd.

Maðurin, sum er útlendingur, er skuldsettur fyri at stinga ein føroyskan mann í bringuna við knívi. 

Rúsevni við bátum

Føroya rættur hevur í dag longt varðhaldsfongslingina hjá fýra fólkum, sum eru skuldsett fyri at smugla 23 kilo av hassji og 3,8 kilo av amfetamini til Føroya. 

Tey komu á Havnina við seglbáti. Politiið tók tey 29. august.

Onnur kvinnan, hon er íslendsk, var latin leys í september.

Hini fýra eru tríggir danir og ein føroyingur.

Tveir teirra játtaði sjálvbodnir at sita fýra vikur aftrat í varðhaldi.
  
Hini bæði vóru í rættinum í morgun.

Úrskurðurin hjá rættinum um at leingja varðhaldið var skotin inn fyri Landsrættin.

Trý eru í varðhaldi í Danmark og ein í Mjørkadali.

Fyri einari viku síðani var varðhaldið longt hjá fimm monnum, sum eisini royndu at smugla rúsevni í báti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542