Gezá fingið passið: Nú vil hann á føroyska landsliðið

Gezá fingið passið: Nú vil hann á føroyska landsliðið
Eftir at hava bíða í hálvtfjórða ár hevur fótbóltsspælarin, Gezá Dávid Turi, fingið føroyskt pass. Nú vil 23 ára gamli miðvallarin spæla fyri Føroyar
Gezá Dávid Turi átti stóran lut í FM-heitinum hjá Víkingi farna kappingarár. Nú passið er komið, vil miðvallarin spæla fyri Føroyar
Mynd: Leit/Finnur Justinussen  
 
21.12.2024 - 11:46

Hósdagin komu boðini, sum Gezá Dávid Turi hevur bíða eftir í hálvtfjórða ár. 23 gamli fótbóltsspælarin hevur fingið føroyskt pass í jólagávu.

 - Eg havi búð her í 19 ár nú. Eg havi mestsum einki við Ungarn at gera og kenni meg sum føroying. Eg haldi, at hetta er rætta avgerðin, so eg eri ordiliga glaður fyri tað, sigur Gezá Dávid Turi.

 

Vil spæla fyri Føroyar

Miðvallarin hjá Víkingi kom til Føroyar úr Ungarn sum fýra ára gamal, tá pápin skuldi verja málið hjá GÍ, og síðan hevur hann búð í Norðagøtu. Fyri nøkrum árum síðan fór hann undir at fáa danskan ríkisborgararætt, og í januar kemur nýggja passið endiliga í postkassan.

Tað merkir millum annað, at Gezá Dávid Turi nú kann spæla á føroyska landsliðnum.  

 - Tað kennist fantastiskt. Hvørja ferð landsliðssteðgur er, verður tað ikki longur spurningurin: "Nær kemur tú á landsliðið?". So er tað tað, um mann er nóg góður ella ikki, sigur miðvallarin úr Víkingi.

Júst tað má nýggjur landsliðsvenjari taka støðu til, tá Føroyar - í bólki saman við Kekkia, Montenegro, Gibraltar og antin Fraklandi ella Kroatia - fara undir HM-undankappingina í mars. Breið semja man í hvussu er vera um, at 23 ára gamli miðvallarin taldist millum bestu miðvallarar í landinum í fjør, tá hann var við til at tryggja Víkingi føroyameistaraheitið. 

 - Nú eg sá lutakastið, helt eg, at tað sær nokkso gott út, og eg vil fegin royna mítt besta og vita, um mann kann fáa nøkur úrslit. Í seinastuni hevur landsliðið ikki fingið so góð úrslit, sum fólk vænta, so tað vil eg gera betri og hjálpa liðnum, staðfestir Gezá Dávid Turi.

 

Yrkisleið uttanlands freistar

Eitt annað mál hjá miðvallaranum hevur verið og er at royna seg sum yrkisspælara í útlondum. Tað hevur ikki borið til at flutt úr Føroyum, meðan málið um ríkisborgararætt hevur koyrt, men nú ber til hjá fótbóltsspælaranum, um okkurt spennandi tilboð kemur.

 - Eg havi sáttmála við Víking, so teir hava tamarhald á hasum, men teir vita eisini, at eg havi hug at royna meg, sigur miðvallarin, sum kortini viðgongur, at Champions League-fótbóltur við Víkingi í summar eisini lokkar.

 - Um Víkingur fær eitt tilboð, sum er nøktandi, og tað er eitt felag, sum eg tími at fara til, so fer Víkingur ikki at standa fyri, sigur Gezá Dávid Turi.

 

241221_GEZA_PASS_1220

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Fríggjadag 7. februar
Góðan morgun Føroyar
187465
Fríggjadag 7. februar
RagnarRokk:Steffen Kummerer um A Sonication
187395
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342