Apple ger semju - skal rinda 690 milliónir í endurgjaldi

Apple ger semju - skal rinda 690 milliónir í endurgjaldi
Hóast semjuna hevur Apple ikki viðgingið, at fyritøkan skal hava gjørt nakað skeivt
Apple var ákært fyri at lata talgilda hjálparan Siri avlurta samrøður hjá brúkarum á iPhone-fartelefonum og øðrum eindum. (Savnsmynd)
 
03.01.2025 - 09:43

Tøknirisin Apple er gingin við til eina semju í einum fimm ára drúgvum máli um at rinda 690 milliónir krónur í endurgjaldi.

Apple var ákært fyri at lata talgilda hjálparan Siri avlurta samrøður hjá brúkarum á iPhone-fartelefonum og øðrum eindum.

Tað skrivar AP-tíðindastovan.

Samrøðurnar, sum Siri avlurtaði, vóru síðani seldar fyritøkum og brúktar til miðvísar lýsingarherferðir, vendar ímóti avlurtaðu brúkarunum.

Hóast semjuna, skrivar AP, at Apple ikki hevur viðgingið, at fyritøkan skal hava gjørt nakað skeivt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204788
Týsdag 24. februar
Veðrið
204758
Týsdag 24. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204737
Týsdag 24. februar
Stjørnan í fjóðra parti
204729
Mánadag 23. februar
Veðrið
204693