Kanna nú vanlukkuna umborð á Glyvursnesi

Kanna nú vanlukkuna umborð á Glyvursnesi
Spreingivanlukkan kravdi eitt mannalív, og ein av manningini er í lívsvanda
Glyvursnes við bryggju í Hirtshals.
Mynd: DR  
 
03.01.2025 - 13:17

Hóast roynt var at geva lívbjargandi viðgerð, doyði ein av manningini á Glyvursnesi av løstunum, hann fekk av einari spreinging í maskinrúminum á farmaskipinum í gjárkvøldið.

Ein annar av manningini er í lívsvanda.

Glyvursnes lá við bryggju í Hirtshals, tá vanlukkan hendi.

 

Jens Meinhard Rasmussen.

 

Eldurin kyknaði um tíggju tíðina danska tíð í gjárkvøldið í maskinrúminum á Glyvursnesi, sum kom til Hirtshals úr Íslandi í gjáramorgunin. 

Politiið og sløkkiliðsteknikarar samskipa saman við danska Sjóvinnustýrinum kanningarnar umborð á Glyvursnesi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum og samrøðu við Jens Meinhard Rasmussen, stjóra á Smyril Line:

 

03012025_Jens_Meinhard

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334