Polarstjørnan liggur framvegis

Polarstjørnan liggur framvegis
Skipið koppaði, tá tað skuldi takast upp á Klaksvíkar sleipistøð fyri jól
Polarstjørnan koppaði, tá hon skuldi takast upp á sleipistøð í Klaksvík fyri jól.
Mynd: Hansa Hansen  
 
06.01.2025 - 13:02

Línuskipið Polarstjørnan liggur enn í sama stað á bedingsvogninum hjá Klaksvíkar sleipistøð.

Polarstjørnan hevur nú ligið har í hálva triðju viku, og hóast Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, longu jólaaftan segði við Kringvarpið, at ein ætlan var gjørd um, hvussu skipið skuldi fáast avaftur, so er arbeiðið at fáa skipið aftur á rættkjøl ikki byrjað enn.

Tað eru jólahøgtíðin og ársskiftið sum eru orsøkin til, at arbeiðið ikki er byrjað.

Kringvarpið hevur tosað við Frimodt Rasmussen, men hann sigur seg ikki hava nakað nýtt at leggja aftrat í dag.

 

Allir partar skulu vera samdir

Hann sigur tó, at málið sjálvandi er at fáa skipið á rættkjøl aftur so skjótt sum tilber, men áðrenn arbeiðið kann byrja skulu allir partar, sum eru uppi í málinum, tað vil siga sleipistøðin sjálv, reiðaríið og tryggingin, vera samdir um ætlanina.

Tað var seinnapartin tann 19. desember, at Polarstjørnan koppaði, tá skipið skuldi takast upp á Klaksvíkar sleipistøð. Skipið var komið umleið hálva leið úr sjónum, tá óhappið hendi, men stutt eftir kundu kavarar staðfesta, at skipið ikki hevði fingið skaða.

Polarstjørnan, sum er bygd í Noregi í 1971, er 417 bruttotons. Skipið er 37,31 metrar langt, 7,47 metrar breitt og stingur 6,42 metrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425