Skúladagurin skal styttast

Skúladagurin skal styttast
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur skotið upp at gera átta broytingar í fólkaskúlalógini
Føroysku skúlabørnini hava í dag longstu skúlavikuna samanborið við næmingar í grannalondunum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.01.2025 - 08:17

Skúladagurin hjá okkara børnum er ov drúgvur.

Tað heldur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum í næstum fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um at stytta skúladagin.

At stytta skúladagin er ein av átta broytingum í uppskotinum hjá Djóna Nolsøe Joensen, um at broyta fólkaskúlalógina. Eisini er ætlanin, at skúlarnir fáa størri frælsi at skipa skúladagin og at endurskoða lærugreinabýtið, so at javnvág verður millum hugvísindi, náttúruvísindi og skapandi læru.

 

Djóni Nolsøe Joensen (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Læra minni

Uppskotið fór til hoyringar beint fyri jól.

- Kanningar vísa, at børnini læra nógv minni, tá liðið er út á seinnapartin, og vit vita frá lærarum, at næmingarnir eru merktir av mótloysi og lítlari orku móti endanum av longu skúladøgunum, sigur Djóni Nolsøe Joensen í tíðindaskrivi.

Føroysku skúlabørnini hava í dag longstu skúlavikuna samanborið við næmingar í grannalondunum. Kortini er fakligi førleikin ikki samsvarandi hægri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846