Stovna almannagagnligt bústaðarfelag alt fyri eitt

Stovna almannagagnligt bústaðarfelag alt fyri eitt
Nýggi meirilutin í Tórshavnar býráð hevur lagt samstarvsavtaluna fram
Nýggi býráðsmeirilutin í Tórshavnar kommunu hevur nógvar ætlanir.
 
07.01.2025 - 14:14

Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin, sum mynda nýggja meirilutan í Tórshavnar býráð, ætla at stovna almannagagnligt bústaðarfelag beinanvegin.

Tað stendur í samstarvsavtaluni, sum var løgd fram fyri løtu síðani. 

Sagt verður, at raðhús, íbúðir av ymsum slag, eisini lutaíbúðir, skulu tryggja, at fólk í ymsum aldri, fíggjarstøðu og við ymsum tørvi kunnu búseta seg í kommununi.

Samstundis sum arbeitt verður við at byggja nýggjar bústaðir, fer samgongan at arbeiða fyri, at bygningar og hús, sum standa tóm, kunnu hýsa fleiri fólkum.

Saman við landinum vilja vit finna virðiligar loysnir til heimleys í kommununi, og fleiri trivnaðarøki og býarrúm verða skipað, siga Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Borgaralistin.

Í nærumhvørvinum skal vera pláss til náttúru og grøn øki, har rúm er fyri spæli og at njóta frið og samveru.

Meirilutin sigur eisini, at almennu byggisamtyktirnar skulu dagførast, og fyriliti skal takal fyri nátturu og trivnaði í øllum nýggjum bústaðarverkætlanum.

 

Hesi mynda nýggja býráðsmeiriluta í Tórshavnar býráð.

 

Borgarating

Meirilutin í Tórshavnar býráð sigur, at fólkaræðið og borgaraluttøkan skal styrkjast við hesum átøkum:

- Ungdómsráð verður endurstovnað

- Eldraráðið verður styrkt og umskipað

- Borgarafundir skulu tryggja, at borgarin sleppur til orðanna

- Staðbundnu nevndirnar skulu hava størri leiklut í kommunala arbeiðinum

- Borgarating, ið vit kenna úr okkara grannalondum, verður sett í verk

Les alla samstarvsavtaluna her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531