Velja nýggjan formansskap í Kommunufelagnum

Velja nýggjan formansskap í Kommunufelagnum
Fundur verður í Havn fyrrapartin
 
10.01.2025 - 08:14

Klokkan 09.30 í dag hittast teir 29 borgarstjórarnir á fundi í Kommunufelagnum.

Hetta er fyrsti fundur í nýggja valskeiðinum.

Felagið skipar seg við formansskapi fyri Kommunufelagið og við nevndum og forfólki fyri virksemi hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og Barnaverndarstovu Føroya.

Í løtuni er Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, formaður í Kommunufelagnum. 

Fundurin fyrrapartin verður á Hotel Hilton.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688