Trump biðið um fund við Putin um Ukraina

Trump biðið um fund við Putin um Ukraina
Talsmaðurin hjá Putin sigur, at Putin er sinnaður at hitta komandi amerikanska forsetan
Donald Trump fer aftur í Hvítu húsini 20. januar.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.01.2025 - 08:53

Nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur biðið russiska forsetan, Vladimir Putin, um fund. Endamálið er at fáa enda á krígnum í Ukraina.

Eitt av vallyftunum hjá Donald Trump var at fáa enda á krígnum í Ukraina beinan vegin. Og tað verður stutt eftir, at hann tekur við sum forseti tann 20. januar, at hann og Vladimir Putin skulu hittast at umrøða hetta.

Um vikuskiftið boðaði Donald Trump frá, at hann hevur sett seg í samband við Vladimir Putin at fáa ein fund í lag sum skjótast.

 

Vladimir Putin er sinnaður at hitta Donald Trump.

 

Stutt eftir fráboðanina váttaði Dmitrij Peskov, talsmaður hjá russiska forsetanum, at Vladimir Putin er sinnaður at hitta Donald Trump.

- Tað er ikki neyðugt at lúka nøkur krøv. Tað krevur bara eitt felags ynski og politiskan vilja at halda samrøðuni og loysa trupulleikar sum eru gjøgnum samrøðuna, sigur Dmitrij Peskov við tíðindastovuna Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. apríl
Kakumiks 2 (5:7) - teknmálstulkað
207402
Mikudag 22. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207395
Týsdag 21. apríl
Veðrið
207372
Týsdag 21. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207347
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325