Bíðar eftir svari

Bíðar eftir svari
Mildrid á Lógv bíðar eftir svari frá Almannaverkinum, hvat víðari skal henda, nú hennara uppsøgn, sum leiðari á Skálagarði, er ógildað
 
27.01.2025 - 20:08

Innan fríggjadagin í farnu viku skuldi hon boða Almannaverkinum frá, hvørja avgerð hon hevði tikið í samband við teir møguleikar, sum hon fekk bjóðað frá Almannaverkinum á fundi tann 14. januar.

Í stuttari viðmerking til Kringvarpið, sigur Mildrid á Lógv, at av teimum møguleikum, sum Almannaverkið hevur bjóðað henni, so vil hon koma aftur í starv sum leiðari á Skálagarði, og halda fram við góðu gongdini at byggja stovnin upp saman við eldhugaðum starvsfólki.

Sambært sakføraranum hjá Mildridi á Lógv, Sigmund Poulsen, so var niðurstøðan á fundinum tann 14. januar tann, at Almannaverkið vil ikki, at hon sleppur í starv aftur sum leiðari á Skálagarði í Klaksvík.

Á fundinum fekk hon bjóðað at fara í okkurt annað starv í Almannverkinum, ella at gera eina fráfaringaravtalu.

Tók hon ikki av einum av hesum møguleikum, so fer Almannaverkið undir eina nýggja uppsagnartilgongd, og so fær Mildrid á Lógv eitt nýtt ætlanarskriv, sigur sakførarin, Sigmund Poulsen.

Mildrid á Lógv sigur seg ikki hava frætt nakað aftur frá Almannaverkinum, síðan hon, innan freistina fríggjadagin, hevur boðað frá, at hon ætlar sær at fara aftur í starv á Skálagarði. 

Í stuttari viðmerking til Kringvarpið sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, at hann hevur ikki nakrar viðmerkingar til málið í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161