Seks flogferðir millum Vágar og Keypmannahavn hósdag

Seks flogferðir millum Vágar og Keypmannahavn hósdag
Í summar vera upp í 32 flogferðir um vikuna millum Føroyar og Keypmannahavn
Sambært Check-In fer Atlantic Airways úr 18 ferðum um vikuna upp í 20 til 24 ferðir.
 
27.01.2025 - 08:42

Seks ferðir hósdagar.

Í summar vera fleiri flogferðir millum Vágar og Keypmannahavnar um vikuna enn í fjør.

Tað skrivar miðilin Check-In.dk.

Check-In hevur hevur hesar upplýsingar frá auroroutes.com., sum hevur kannað summarferðaætlanirnar hjá Atlantic Airways og SAS.

 

SAS fer at flúgva átta ferðir um vikuna á Føroya-leiðini í summar. 

 

Og tær siga, at upp í 32 flogferðir millum Vágar og Keypmannahavn vera um vikuna.

Hósdagar vera seks ferðir um dagin, skrivar Check-In. 

Sambært Check-In fer Atlantic Airways úr 18 ferðum um vikuna upp í 20 til 24 ferðir.

SAS leggur eina fráferð um vikuna aftrat, so tær eru átta.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234