Framskunda framløguna, tí tingfólk skulu á evnisdag

Framskunda framløguna, tí tingfólk skulu á evnisdag
Talan er um fýra ella fimm uppskot, sum verða løgd fram í dag
Løgtingsfundur verður klokkan 11 við framløgu á skránni.
 
31.01.2025 - 10:01

Tingfundur er í dag.

Bara framløga er á skránni.

Uppskot, sum annars skuldu leggjast fram týsdagin 4. februar og viðgerast 6. februar, vera í staðin fyri løgd fram í dag.

Orsøkin er tann, at 5. februar hevur løgtingið evnisdag.

Tí hava løgtingsfólk ikki rættiliga stundir til at lesa uppskotini, koma tey ikki í tingið fyrr enn 4. februar.

Talan er um fýra ella fimm uppskot. Tingfundurin í dag verður klokkan 11. 

Løgtingsskrivstovan skal hava uppskotini, sum skulu viðgerast í hesari tingsetuni, í seinasta lagi 21. februar.

Seinasti framløgudagur er 7. mars. 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329