Minni í landskatti hjá lítlum inntøkum

Minni í landskatti hjá lítlum inntøkum
Landsskatturin fyri lítlar inntøkur er minkaður heilt upp í 15.550 krónur í ár samanborið við tað, sum hann var í 2015
Landsskatturin er minni, men lønin er størri, og tað eru prísirnir eisini.
 
02.02.2025 - 11:04

Landsskatturin fyri lítlar inntøkur er minkaður heilt upp í 15.550 krónur í ár samanborið við tað, sum hann var í 2015.

Hetta er skatturin hjá teimum, sum hava millum 27.500 og 37.500 kr. í inntøku um árið.

Hjá øðrum láginntøkum er landsskatturin minkaður eitt sindur minni hesi tíggju árini.

Til dømis fingu tey, sum høvdu inntøkuna 37.500 í 2015 6.417 krónur í skatti um mánaðin tað árið.

Tey fáa 5.121 kr. í ár.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna, í svari til Hans Jacob Thomsen, løgtingsmann, sum spurdi um skatt av lítlum inntøkum.

Men so skal takast við, at seinastu 10 árini eru príslagið og lønarlagið hækkað. 

Lønin er yvir 30 prosent størri nú enn hon var í 2015.

Og brúkaraprístalið er góð 20 prosent størri. 

Niðurstøðan er sjálvandi tann, at ein króna í 2025 er ikki tað sama verd sum ein króna var í 2015.

Sum frá líður gera prísvøkstur og lønarvøkstur, at inntøkuskatturin veksur aftur, hóast løgtingið ikki broytir skattin. 

Ruth Vang sigur, at hon í næstum fer at almannakunngera uppskot um at javna skatt og avgjøld.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532