11 fólk doyðu av skotunum í Örebro

11 fólk doyðu av skotunum í Örebro
Seks fólk eru særd, men eingin er í lívsvanda
Flaggað verður í hálvari stong í Svøríki í dag eftir skottilburðin í gjár, sum kravdi 11 mannalív.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
05.02.2025 - 13:28

Svenska løgreglan hevði fyrrapartin tíðindafund um tilburðin í gjár, har ein 35 ára gamal maður fór at skjóta frá hond á einum skúla í Örebro.

11 fólk lótu lív, og seks fólk vóru særd. Ein av teimum deyðu er gerningsmaðurin.

Tey seks særdu eru øll vaksin fólk. Fýra av teimum vórðu løgd undir skurð alt fyri eitt, og eingin er í lívsvanda.

Roberto Eid Forest, økisleiðari hjá løgregluni í Örebro, segði á fundinum, at kanningararbeiðið er byrjað, men enn er ikki so nógv nýtt at siga.

 

Roberto Eid Forest

 

Ikki yvirgangur

Tað er framvegis ikki staðfest, um gerningsmaðurin var einsamallur um álopið. Einki bendir á, at álopið í gjár var yvirgangur, men støðan kann broytast, segði Roberto Eid Forest.

Helst er gerningsmaðurin deyður fyri egnari hond, sigur løgreglan.

Á tíðindafundinum var sagt, at tá politiið kom á staðið, hoyrdust framvegis skot, og tað er hugsandi, at tað eisini bleiv skotið eftir løgregluni. Tá hon kom fram á gerningsmannin, var hann deyður.

Roberto Eid Forest hevur heitt á fólk um ikki at breiða óváttaðar søgur út um hendingina, millum annað hvør gerningsmaðurin er.

 

 

Barn undir belti

Melinda Sandberg er ein av næmingunum, sum var í skúlanum í Örebro.

Tey vóru júst farin í tíma, tá ið skot hoyrdust. Lærarin bar skjótt at, stongdi hurðina og gav næmingunum boð um at krógva seg. 

Hon sendi unnusta sínum sms-boð um støðuna, og hugsaði annars um barnið, sum hon ber undir belti.

Sí samrøðu, sum svenska kringvarpið gjørdi við Melindu Sandberg:

 

05022025_SKOT_SVORIKI


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Mikudag 25. mars
Stoffskiftissjúkur í Føroyum
206183
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194
Týsdag 24. mars
Úr savninum: Í Dølum 2:3
135345
Týsdag 24. mars
Fólkatingsval 2026
206167