Nú verður av álvara farið í hernað móti rottum

Nú verður av álvara farið í hernað móti rottum
Í seinasta lagi 1. januar næsta ár skulu allar kommunur hava løggilt aktingarfólk 
Skjótt mugu tær ansa sær uppaftur betur.
 
05.02.2025 - 07:02

Í seinasta lagi 1. januar næsta ár skulu allar kommunur hava løggilt aktingarfólk. 

Smærri kommunur kunnu gera avtalu við eina grannakommunu, sum hevur løggilt aktingarfólk í starvi, ella við løggildan privatan rottutýnara um at týna rottu í kommununi.

Tað skal standa í kunngerðini um, hvussu rottur skulu fyribyrgjast og týnast.

Kunngerðin er frá 2017.

Men Umhvørvismálaráðið hevur gjørt uppskot um dagføring. 

Uppskot um aðra broyting er, at eftir 1. januar 2026 er bara loyvt løggildum rottutýnarum at týna rottu við fellum ella eitri.

Rottueitur verður tá bara útflýggjað kommunum, sum hava løggildan rottutýnara í starvi ella hava avtalu við privatan løggildan rottutýnara ella aðra kommunu, sum hevur løggildan rottutýnara.

Og bannað er øðrum enn Umhvørvisstovuni at innflyta rottueitur.

Í seinasta lagi 1. januar 2026 skulu allar kommunur hava gjørt eina virkisætlan um at fyribyrgja og týna rottu. Ætlanin skal almannakunngerast og skal dagførast í minsta lagi fimta hvørt ár.

Kommunan skal í seinasta lagi tríggjar yrkadagar eftir eina fráboðan um rottu kanna viðurskiftini á staðnum, og byrja týning, um rotta ella tekin um rottu er staðfest. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926