Eiga eisini at fáa lóg í Føroyum um útlendskar pengar í valstríði

Eiga eisini at fáa lóg í Føroyum um útlendskar pengar í valstríði
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, heldur, at politisku flokkarnir í felag áttu at tikið eitt kjak um spurningin og eisini um at fáa størri gjøgnumskygni um stuðulspening
Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.02.2025 - 13:16

- Vit eiga at fáa eina lóg um útlendskar pengar í føroyskum valstríði og øðrum politiskum virksemi, eins og Grønland nú hevur fingið.

Tað sigur Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna.

Fyrr í vikuni samtykti grønlendska landstingið, Inatsisartut, nýggja lóg, sum skal forbjóða útlendingum at geva grønlendskum flokkum og politikarum peningaligan stuðul til valstríð og annað politiskt virksemi.

Endamálið við hesum er fyrst og fremst at forða fyri útlendskari ávirkan á grønlendskan politikk. Og nú ætlar Fólkatingið eisini at seta eina líknandi lóg í verk í Danmark.

Í Føroyum hava vit onga slíka lóg. Men tað áttu vit at havt, sigur Bjørt Samuelsen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07022025_Bjort_og_figging_til_valstrid

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541