Løgmaður á altjóða trygdarráðstevnu í Týsklandi

Løgmaður á altjóða trygdarráðstevnu í Týsklandi
Aksel V. Johannesen verður við í pallborðskjaki um trygd í Arktis
Aksel V. Johannesen, løgmaður, er aftur í ár boðin við á trygdarráðstevnu í Týsklandi.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.02.2025 - 10:45

Aksel V. Johannesen, løgmaður, fer í morgin til München, har hann skal vera við á árligu altjóða trygdarráðstevnuni Munich Security Conference, ið verður frá 14. - til 16. februar.

Á ráðstevnuni verður løgmaður við í pallborðskjaki um trygd í Arktis, og hann fer eisini at hava ymsar politiskar fundir.

Ráðstevnan byrjaði í 1963, og hetta er aðru ferð, at umboð fyri landsstýrið i eru boðin við. 

 

60 stjórnarleiðarar

Á ráðstevnuni eru umleið 60 stjórnarleiðarar, 150 ráðharrar, umframt serfrøðingar, granskarar og umboð fyri felagsskapir úr øllum heiminum, sum viðgera trygdar- og verjupolitikk.

Aksel V. Johannesen sigur, at nýggjar avbjóðingar eru hvønn dag, og tí skulu vit vera við á øllum pallum, fyri at tryggja føroysk áhugamál í Arktis og Norðuratlantshavi. 

- Trygdarráðstevnan í Týsklandi er eisini gott høvi at hoyra nýggju amerikonsku stjórnina leggja fram sínar ætlanir um Ukraina og samstarvið við Evropa sum heild, sigur løgmaður.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815