Málið um sjikanu byrjaði longu áðrenn setan

Málið um sjikanu byrjaði longu áðrenn setan
Bæði leiðslan í sjúkrahúsverkinum og Starvsfelagið vóru í drúgva tíð uppi í málinum um sexchikanu á sjúkraflutningstænastuni og hildu feiri fundir við leiðararan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
12.02.2025 - 19:13

Rættað 13. februar: Í innslagnum verður sagt, at Starvsfelagið var við á fundi tann 22. mai í fjør. Tað er ikki rætt og vit harmast mistakið. Tó hevur Starvsfelagið verið inni í málinum í januar 2022 og í februar í ár.

Bæði leiðslan í sjúkrahúsverkinum og Starvsfelagið vóru í drúgva tíð uppi í málinum um kynsliga happing á sjúkraflutnings-tænastuni. Tey hildu eisini fleiri fundir við leiðaran, áðrenn hann varð sagdur úr starvi. Tað vísa skjølini í málinum.

Í veruleikanum byrjaði málið longu áðrenn vikomandi varð settur formliga í starv, tá Depilsleiðslan og HR leiðarin vildu tosa við hann um nøkur viðurskifti í sambandi við, at hann hevði sett seg í samband við kvinnur á netinum. Maðurin lovaði bót og bata, men so hendi tað aftur, og fleiri ferðir vóru fundir millum leiðsluna í Sjúkrahúsverkinum og viðkomandi um støðuna. Men hetta hjálpti ikki, og 22. mai í fjør fekk viðkomandi ávaring og 4. februar í ár endaði starvssetanin við einari fráfaringaravtalu.

 

1725804

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558