Privatar fyritøkur misnøgdar við Posta sum kappingarneyta

Privatar fyritøkur misnøgdar við Posta sum kappingarneyta
Ein fyritøka, sum koyrdi mat út til pensjónistar í Havn, misti avtaluna, ið tey høvdu í 22 ár
Posta ætlar sær framvegis at kappast við tað privata um flutning.
 
12.02.2025 - 13:38

Fleiri privatar fyritøkur eru misnøgdar um, at Posta kappast við tær.

Ein av teimum, ið hava kent sviðan av hesum, er sp/f Petra, ið hevur koyrt mat út til pensjónistar í Havn. Fyritøkan misti avtaluna, sum tey hava havt í 22 ár 

Tá ið tænastan varð boðin út av nýggjum fyri ársskiftið, hevði Posta væl bíligasta tilboðið, 865.000 krónur. Fyritøkan Petra bjóðaði næstan tað tvífaldaða, 1,6 milliónir krónur.

Áslak Tausen, sum eigur sp/f Petra, sigur, at vandi er fyri, at skattgjaldarin rindar, tá ið eitt alment partafelag undirbjóðar.

Eisini flutningsfyritøkan Nordlink sigur seg fáa kapping frá Posta.

 

Edvard Remberg, stjóri í Posta. 

 

Edvard S. Remberg, sum er nýggjur stjóri í Posta, segði í gjár, at almenna fyritøkan eisini í framtíðini fer at kappast við tað privata.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12022025_Posta_og_kapping

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286