Flogbóltur: Sí fær Mjølnir í FM-finaluni

Flogbóltur: Sí fær Mjølnir í FM-finaluni
Við tryggum sigri á Ternuni staðfesti Mjølnir tað, sum leingi hevur verið greitt. Klaksvíkingar skulu spæla ímóti SÍ í finalunum um føroyameistaraheitið
Mjølnir skal spæla FM-finalu aftur í ár. Tað er greitt eftir tryggan sigur á Ternuni um vikuskiftið
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
13.02.2025 - 12:13

Við tryggum sigri á Ternuni við trimum settum ímóti ongum staðfesti Mjølnir sítt pláss í FM-finalunum, har SÍ verður mótstøðulið.

Mjølnir hevur nú 30 stig eins og oddaliðið úr Sørvági, sum hevur spælt ein dyst minni. Hetta merkir, at eingin kann fáa hvørki SÍ ella Mjølnir aftur, nú liðini hava tríggjar ella fýra dystir eftir at spæla, skrivar Flogbóltssamband Føroya.

Oddaliðini hava framvegis 1. plássið at kappast um. Liðið, sum endar fremst, fær heimavøll í tí fyrstu og eini møguligari triðju FM-finalu. 

Sí tekur ímóti norðingunum í síðsta landskappingardystinum teirra millum 2. mars.

Fyrsta FM-finalan verður spæld í viku 12, onnur finalan 22. mars og ein møgulig triðja finala 29. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339