Kvinnur eiga meginpartin av lønarvøkstrinum seinasta árið

Kvinnur eiga meginpartin av lønarvøkstrinum seinasta árið
12,8 milliardir krónur vóru goldnar í lønum frá februar í fjør til januar í ár
Seinastu 12 mánaðirnar, frá februar í fjør til januar í ár, eiga kvinnur 38,9 prosent av lønunum. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
17.02.2025 - 10:32

Kvinnurnar eiga størsta partin av vøkstrinum í lønum seinasta árið.

Seinastu 12 mánaðirnar, frá februar í fjør til januar í ár, eiga kvinnur 38,9 prosent av lønunum. 

Tað er eitt prosent meira enn frá 2023 til 2024. 

12,8 milliardir krónur vóru goldnar í lønum frá februar í fjør til januar í ár.

Tað eru fimm prosent, slakar 600 milliónir meira enn árið fyri.  

Størsti vøksturin er hjá kvinnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir almennum ræði. 

Í vinnugreinum er vøksturin serliga stórur í heilsu- og almannaverki og í almennari umsiting og verju.

Gongdin vísir, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur, men hann er viknaður seinasta árið, skrivar Hagstovan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523