Vegur á Traðarhamri leingir farleiðina og økir CO2-útlátið

Vegur á Traðarhamri leingir farleiðina og økir CO2-útlátið
Kristian Stórhamar, Jón Sigurdsson og Mourits Joensen mæla frá uppskotinum hjá P.f. Suðuroyartunlinum, men heldur at hava tunnilsmunnan norðan fyri Sands bygd
Kristian Stórhamar, Jón Sigurdsson og Mourits Joensen, sum mæla til at hava tunnilsmunnan norðan fyri Sands bygd.
 
18.02.2025 - 08:10

Uppskotið hjá partafelagnum Suðuroyartunlinum um at gera veg uppi á Traðarhamri merkir, at ferðslan skal lyftast úr 180 metra dýpi upp í 220 metra hædd, 400 hæddarmetrar.

90 sentilitrar meira brennievni vera í miðal brúktir fyri hvønn túrin ella 460.000 litrar um árið.

Roknað er við 1.400 bilum um samdøgrið.

Meirútlátið av CO2 verður í miðal tvey kilo fyri túrin ella 1.022 tons um árið. 

 

Gummi endar í náttúruni

Meirnýtsla av dekkum, sum gera, at gummi endar í náttúruni, er mett at vera sløk tvey tons um árið.

Tað siga Kristian Stórhamar, Jón Sigurdsson og Mourits Joensen, sum mæla til at hava tunnilsmunnan norðan fyri Sands bygd.

Í teirra loysnum eru 210 hæddarmetrar.

P/f Suðuroyartunnilin ætlar at hava tunnilsmunnan í Djúpadali.

Kristian Stórhamar, Jón Sigurdsson og Mourits Joensen siga, at verður vegurin gjørdur á Traðarhamri, verður farleiðin góðar fimm kilometrar longri enn teirra loysn, sum er at gera tunnilsmunnan norðan fyri Sands bygd.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Vikuskiftið 20 feb 2026
204567
Fríggjadag 20. februar
LEITISSTEIN 20.02.2026
204562
Fríggjadag 20. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Uni Debess
204535
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483
Fríggjadag 20. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204532
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418