Álitisfólkini stuðla nevndini í Heilsuhjálparafelagnum

Álitisfólkini stuðla nevndini í Heilsuhjálparafelagnum
Felagið sigur, at samráðingaruppskotið hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum er sera víðfevnt í sínum krøvum
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum. Hon og nevndin fáa stuðul frá álitisfólkunum til avgerðina, um at fara frá samráðingunum við KAF.
 
19.02.2025 - 08:13

Álitisfólkini hjá Heilsuhjálparafelagnum stuðla nevnd felagsins, sum fór av samráðingarfundi við Kommunala arbeiðsgevarafelagið í síðstu viku.

Tað varð staðfest í gjárkvøldið, tá ið álitisfólkini vóru á fundi við nevndina. 

Felagið sigur, at samráðingaruppskotið hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum er sera víðfevnt í sínum krøvum. 

Felagið sigur, at heilsuhjálparar sjálvir skulu gjalda fyri sína lønarhækking.

Og arbeiðsgevararnir gera seg á nógv grundleggjandi rættindi hjá felagnum og limum tess.  

Heilsuhjálparafelagið sigur, at tey lægst løntu skulu missa nógv.

Við dygga stuðlinum frá álitisfólkunum kennir nevndin seg enn tryggari í síni støðu. 

Kommunala arbeiðsgevarafelagið eigur næsta leik, sum má vísa, um nakað grundarlag er fyri at samráðast víðari, sigur Heilsuhjálparafelag Føroya.

Hoyr samrøðu við Mary Antonsdóttir í útvarpstíðindunum: 

 

19022025_Mary_NYTT

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858