Danmark og Noreg fara at samstarva um trygd og verju

Danmark og Noreg fara at samstarva um trygd og verju
Avtalan er eitt gott stig á leiðini at fáa sterkari samstarv um trygd og verju millum Norðurlond, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður
Norðurlendsku javnaðarflokkarnir høvdu fund í Oslo i gjár. Á myndini Magdalena Andersson, forkvinna í svenska javnaðarflokkinum, danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen og norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
26.02.2025 - 13:39

Danmark og Noreg skulu samstarva formliga um trygd og verju.

Tí boðaðu Mette Fredriksen, forsætisráðharri, og Jonas Gahr Støre, norskur forsætisráðharri, frá, tá tey vóru á norðurlendskum javnaðarfundi í Holmenkollen í Noregi í gjár.

Millum annað skal avtalan fevna um dronueftirlit við havøkjunum.

Í dag hevur Danmark eftirlit við havleiðunum kring Føroyar, og trygdar- og verjumál eru felags málsøki millum Danmark og Føroyar.

 

Høgni Hoydal og Espen Barth Eide.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, var í farnu viku á arbeiðsferð í Noregi og hitti norska starvsfelagan, Espen Barth Eide.

Á fundinum tosaðu teir millum annað um avtaluna millum norsku og donsku stjórnina.

- Avtalan er eitt gott stig á leiðini, at fáa sterkari samstarv um trygd og verju millum Norðurlond, sigur Høgni Hoydal:

 

26022025_Hogni_1

 

Hvat liggur í verju- og trygdarsemjuni millum Danmark og Noreg, og hvørji átøk skulu fremjast, verður kunngjørt seinni í vár.

Verju- og trygdarmál eru felagsmál, og tí arbeiðir landsstýrið saman við donsku stjórnini um trygdar- og verjumál, men sambært landsstýrismanninum, hevur landsstýrið ongantíð tosað so nógv um trygdarpolitikk við onnur lond enn nú:

 

26022025_Hogni_2

 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. juli
Summarbeiti 8. juli 2026
210685
Mikudag 8. juli
Mono - Fjaldir Gimsteinar (2:4)
210667
Mikudag 8. juli
HM-tíðindi 8. juli 2026
210672
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523