Landsstýrismálanevndin: Dennis Holm breyt lógina

Landsstýrismálanevndin: Dennis Holm breyt lógina
Landsstýrismaðurin hevði ikki lógarheimild til at broyta kunngerðina um svartkjaftakvotu, sigur nevndin
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.02.2025 - 14:31

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevði ikki neyðuga lógarheimild til at broyta kunngerðina, um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti í 2024, soleiðis at ein partur av svartkjaftakvotuni varð gjørdur til felagskvotu við hámarki.

Tað er niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini, sum nú er liðug at avgreiða málið.

Les niðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini her.

Les upprit frá Kristinu Samuelsen, advokati, her.

Árni Skaale, løgtingsmaður, kærdi Dennis Holm til landsstýrismálanevndina í mai 2024.

Landsstýrismálanevndin gjørdi eina fyribils niðurstøðu í málinum síðst í januar, og fyribils niðurstøðan segði, at Dennis Holm ikki hevði neyðugu lógarheimildina til at broyta kunngerðina.

Dennis Holm fekk síðani fyribils niðurstøðuna til viðmerkingar.

 

Landsstýrismálanevndin. 

 

Tann 19. februar sendi Dennis Holm landsstýrismálanevndini sínar viðmerkingar. Dennis Holm var ikki samdur í fyribils niðurstøðuni, men viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum vóru ikki nóg sannførandi til, at landsstýrismálanevndin sá orsøk til at broyta sína fyribils niðurstøðu.

Sostatt heldur landsstýrismálanevndin seg til fyribils niðurstøðuna, sum sigur, at Dennis Holm ikki hevði lógarheimild til at broyta kunngerðina.

 

Hans Jacob Thomsen.

 

Hoyr samrøðu við Hans Jacob Thomsen, formann í landsstýrismálanevndini:

 

26022024_Hans_Jacob

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655