Semja um ráevnisavtalu millum Ukraina og USA

Semja um ráevnisavtalu millum Ukraina og USA
Ukraina og USA eru eftir øllum at døma samd um eina avtalu um ráevni eftir at USA hevur strikað eitt av harðastu krøvunum, skriva altjóða miðlar
 
26.02.2025 - 00:40

Altjóða miðlar skriva í kvøld, at alt bendir á, at Ukraina og USA eru samd um eina avtalu um ráevni eftir at USA hevur strikað eitt av harðastu krøvunum. 

Londini bæði halda, at avtalan kann føra til, at USA bindir seg til eina langtíðaravtalu um trygd, og tað kann bøta um viðurskiftini við amerikonsku umsitingina.

Financial Times skrivar, at Ukraina fer at skriva undir avtaluna um saman at fáa nakað burturúr ukrainskum ráevnunum, - íroknað olju og gass, eftir at USA slepti kravinum um rættin til 500 milliardir dollarar í møguligum inntøkum burturúr ráevnunum.

Keldur siga við blaðið, at Ukraina hevur fingið nógv betri treytir. 

Ukrainsku keldurnar siga, at avtalan bøtir útlitini hjá Ukraina eftir trý ár í kríggi.

Ukrainska blaðið Ekonomitsjna Pravda skrivar eisini, at londini bæði eru samd um eina avtalu, og at avtalan er dagfest 24.februar.

Sambært AFP-tíðindastovuni, kann avtalan longu undirskrivast fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970