Bygnaðurin í SEV fyribils óbroyttur

Bygnaðurin í SEV fyribils óbroyttur
Uppskotið um at broyta bygnaðin í SEV fall á eykaaðalfundinum í dag
Eykaaðalfundurin í SEV í dag feldi tvey uppskot um at broyta bygnaðin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2025 - 14:27

Tórshavnar kommuna og Runavíkar kommuna løgdu uppskot fyri eykaaðalfundin um broytingar í viðtøkunum fyri SEV.

Størsta broytingin skuldi vera, at nú skulu bert borgarstjórarnir sleppa í nevndina -  tó við Tórshavnar kommunu sum undantaki, tí har skuldi tað enn sum áður bera til at velja onkran annan býráðslim enn sjálvan borgarstjóran í nevndina. 

Hetta seinasta undantakið hóvaði Klaksvíkar kommunu illa, og tí legði Karl Johansen, borgarstjóri, eitt broytingaruppskot fyri eykaaðalfundin, har hetta bleiv broytt, so at allar kommunur kundu hava møguleikan at velja onkran annan enn borgarstjóran í SEV-nevndina.

 

Serfrøðingar

Ein annar partur av uppskotinum snúði seg um, at 1-3 serfrøðingar eisini skulu veljast í nevndina. Hesir serfrøðingar skuldu veljast eftir tilmæli frá Kommunufelagnum.

Men bæði uppskotini fullu.

Fyrst varð atkvøtt um broytingaruppskotið hjá Klaksvíkar kommunu. Har vóru 22 atkvøður fyri og 50 ímóti.

Síðani varð atkvøtt um sjálvt upprunauppskotið. Tað fekk 44 atkvøður fyri og 28 ímóti. Sostatt fall tað uppskotið eisini, tí kravið fyri, at tað varð samtykt, var 2/3 meiriluti.

 

Eyðstein Zachariasen. 

 

Ein av teimum, sum á fundinum mælti frá at samtykkja uppskotið, var Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu.

 

28062025_Eydstein

 

Heðin Mortensen er valdur í nevndina hjá SEV. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Heðin Mortensen úr Tórshavnar kommunu varð valdur í nýggju nevndina í SEV.

Ætlanin var, at nevndin skuldi fara at skipa seg við formanni og næstformanni beinanvegin seinnapartin eftir eykaaðalfundin í dag. Heðin Mortensen vildi ikki siga so nógv um, hvør skal vera formaður.

 

28062025_Hedin_Mortensen

 

Á eykaaðalfundinum fyrrapartin vórðu hesi sjey vald í nevndina:

Hans Kári Hansen (Sørvágs kommuna), Heðin Mortensen (Tórshavnar kommuna), Tórbjørn Jacobsen (Runavíkar kommuna), Sylvia Thomsen (Klaksvíkar kommuna), Winnie Kjærbo (Skopunar kommuna), Arni Teindal (Fámjins kommuna) og Haraldur Hammer (Sunda kommuna).

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985