Fimm færri nýggj akfør skrásett í ár

Fimm færri nýggj akfør skrásett í ár
Av teimum 151 nýggju akførunum eru 94 nýggir persónbilar
151 nýggj akfør eru skrásett í Føroyum tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár. (Savnsmynd)
 
03.03.2025 - 15:01

151 nýggj akfør eru skrásett í Føroyum tveir teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tað eru fimm færri akfør enn somu tíð í fjør, tá ið 156 akfør vórðu skrásett. 

Afturgongdin er 3,2 prosent.

94 nýggir persónbilar eru skrásettir í ár, 10 færri enn somu tíð í fjør. 

Talið á brúktum akførum, sum eru flutt inn í januar og februar í ár, er minkað rættiliga nógv.

33 brúkt akfør eru innflutt í ár samanborið við 73 í fjør. Afturgongdin er 55 prosent.

Sí yvirlit yvir nýggj akfør her.

Sí yvirlit yvir brúkt akfør her.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558