Evropeiski Miðbankin lækkar aftur rentuna

Evropeiski Miðbankin lækkar aftur rentuna
Hetta er onnur lækkingin í ár og tann sætta síðani miðskeiðis í fjør
Evropeiski Miðbankin hevur aftur lækkað rentuna 0,25 prosentstig.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
06.03.2025 - 14:29

Evropeiski miðbankin lækkar nú aftur rentuna 0,25 prosentstig.

Tað boðar bankin frá í einum tíðindaskrivi.

Tað er aðru ferð í ár, at bankin lækkar rentuna, og sættu ferð síðani miðskeiðis í 2024, at Evropeiski Miðbankin lækkar rentuna - hvørja ferð við 0,25 prosentstigum.

Danski tjóðbankin ger vanliga tað sama, og lækkar rentuna sama dag sum Evropeiski Miðbankin.

Føroysku peningastovnarnir eru tó ikki so skjótir at lækka rentuna. Í seinastuni hava teir heldur ikki lækkað rentuna við somu prosentstigum sum Miðbankin og danski tjóðbankin.

Seinast, Føroya Banki boðaði frá rentulækking, var 20. februar.

Smærru peningastovnarnir, Norðoya Sparikassi og Suðuroyar Sparikassi, boðaðu seinast frá, at rentan lækkaði miðskeiðis í januar. Og vit skulu aftur til desember í fjør, tá ið Betri Banki seinast boðaði frá rentulækking. 

Rentulækkingarnar í føroyskum peningastovnunum hava í seinastuni verið 0,1 og 0,15 prosentstig. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860