213 fólk bjóða seg fram at stýra Grønlandi 

213 fólk bjóða seg fram at stýra Grønlandi 
Naleraq hevur flest fólk á vallistanum, har kvinnurnar annars umboða minni enn triðingin 
 
07.03.2025 - 15:49

Seks flokkar bjóða seg fram til landstingsvalið í Grønlandi týsdagin.  

IA, sum í dag er størsti flokkur í landstinginum, Inatsisartut, hevur 39 fólk á vallistanum. IA vann valið í 2021 og hevur 11 fólk í landstinginum. Á odda fyri flokkinum stendur Múte Bourup Egede, sum eisini er landsstýrisformaður í Grønlandi. 

Flokkurin Naleraq hevur flest valevni á listanum, tilsamans 62 fólk. Naleraq hevur í dag fýra umboð í landstinginum. Sterki maðurin í flokkinum er Hans Enoksen, og annar markantur politikari er Pele Broberg, sum nú er formaður. 

Siumut, sum í dag er í samgongu við IA, hevur 51 fólk á sínum vallista. Flokkurin hevur sum er 10 umboð í landstinginum. Formaður í Siumut er Erik Jensen, og framvegis er fyrrverandi formaðurin, Kim Kielsen, ein sterkur politikari í Siumut. 

Demokraatit hevur 25 fólk á vallistanum. Flokkurin hevur í dag trý umboð í landstinginum. Formaður í Demokraatit er Jens Frederik Nielsen og hini umboðini í Inatsisartut eru Nivi Olsen og Bjørk Lange Kristensen. 

Atassut hevur 20 fólk á sínum vallista. Flokkurin hevur í dag tvey umboð í landstinginum. Tey eru Aqqalu C. Jerimiassen og Siverth K. Heilmann. 

Sætti flokkurin, sum bjóðar seg fram til valið hesaferð, er nýggi flokkurin Qulleq. Tey hava 16 valevni á sínum lista. Nýggi flokkurin við Karl Ingemann á odda gongur inn fyri sjálvstýri skjótast tilber. Eisini vil flokkurin hava nýggju fiskivinnulóggávuna broytta, og annars broyta almennu fyrisitingina, so hon ikki bara er eitt kopi av tí donsku, men hóskar seg til grønlendska samfelagið. 

 

Fáar kvinnur  

Framvegis er langt frá javnstøðuni á vallistunum í Grønlandi. Av teimum 213 valevnunum hesaferð eru 150 menn  og 63 kvinnur. Kvinnuumboðanin er sostatt 30 prosent.  

Til landstingsvalið í 2021 vóru 189 fólk at velja ímillum. Av teimum vóru 133 menn og 56 kvinnur. Kvinnuumboðanin var tá hin sama, 30 prosent. 

Og til landstingsvalið í 2018 stillaðu 230 fólk upp, av teimum 73 kvinnur, útvið 32 prosent.  

Í grønlendska landstinginum, Inatsisartut, eru í dag 21 menn og 10 kvinnur. Í landsstýrinum, Naalakkersuisut, eru sjey menn og tríggjar kvinnur.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. februar
Jambalaja - 210226
204591
Leygardag 21. februar
Vikugesturin: Øll hava rætt til verju
204585
Leygardag 21. februar
Upp á tá - 200226
204584
Leygardag 21. februar
Vikan 21. februar 2026
204582
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: VÍF - Kyndil
204604
Leygardag 21. februar
Steypafinalan hjá monnum: Kyndil - H71
204607
Leygardag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204575
Fríggjadag 20. februar
Veðrið
204564
Fríggjadag 20. februar
Ronja í løtuni í Kaldbak
204483