Samgonga millum Demokraatit og IA mest sannlík

Samgonga millum Demokraatit og IA mest sannlík
Onki er avgjørt enn í samgongusamráðingunum í Grønlandi, men Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður, metur at ein samgonga millum Demokraatit og IA er kanska mest sannlík.
 
15.03.2025 - 13:50

Jens-Frederik Nielsen, formaður í flokkinum Demokraatit, stendur fyri samgongusamráðingunum og hann hevur havt fundir við IA, Siumut, Naleraq og Atassut. Tað sær ikki út til, at Siumut fer at vera partur av eini samgongu, men hinir flokkarnir eru tó enn í spæl. Tað sum er mest sannlíkt er ein samgonga millum Demokraatit og IA. Jens-Frederik Nielsen hevur sagt, at hann ynskir eina breiða samgongu og tí er hugsandi at Atassut eisini verður við. Hin møguleikin er ein samgonga millum Demokraatit og Naleraq, men tað er minni sannlíkt, tí flokkarnir eru longri frá hvørjum øðrum politiskt. 

 

1732243

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890