Holland - Føroyar: Leikar javnt á

Holland - Føroyar: Leikar javnt á
Støðan er 15 - 15 í hálvleikinum í EM-undankappingardystinum í manshondbólti millum Holland og Føroyar. So háspenningur er í luftini og einki er avgjørt
Mynd: Bárður Lydersen  
 
16.03.2025 - 14:45

Føroysku hondbóltmenninir fingu enn einaferð eina fína byrjan upp á seinna EM-undankappingardystin móti Hollandi.

Serliga verjuspælið hjá Føroyum var munand betri í dag enn við Tjarnir mikukvøldið, so hóast stóra stjørnan hjá Hollandi, spælskiparin úr PSG, Luc Steins, var við, so var Føroyar frammanfyri tað mesta av fyrra hálvleiki.

Og sum ikki einaferð, so var tað Elias Ellefsen á Skipagøtu, ið gekk á odda. Men í mun til dystin við Tjarnir mikukvøldið, so vóru tað fleiri á føroyska liðnum, ið tóku ábyrgd, so ikki alt lá á Eliasi. 

Allan Norðberg vísti góðar taktir á høgra bakki við trimum málum, men tíverri brendi hann onkran 100 prosent kjansir, ið bara ikki má henda á tí støði, sum spælt verður á. 

Eisini Sävehof-sambandi úr Svøríki, Óli Mittún mitt fyri og Ísak Vedelsbøl á linjuni, riggaði væl, og onkur flott fríspæling, ið gav mál, var at síggja. Og um samspælið ikki gav mál, so fingu Føroyar brotskast.

Yvirhøvur var Ísak Vedelsbøl stórspælandi. Ein komandi stjørna. 

 

Gomul spøkilsi byrjaðu at spøkja

Tíverri fingu Føroyar nakrar keðiligar dømingar móti sær, eitt nú bleiv Óli Mittún dømdur fyri trok, tá tað eingin skilskapur var til trok. 

Men yvirhøvur, so høvdu føroyingar sera væl fatur í dystinum, sum er rættiliga óvanligt á útivølli, har hondbóltsmenninir ofta hava havt tað trupult. 

Og móti endanum av hálvleikinum byrjaðu gomlu spøkilsini hjá føroysku hondbóltsmonnunum at vísa seg.

100 prosent málmøguleikar blivu brendir. Teir fingu fleiri útvísingar. Og frá at Føroyar var frammanfyri við tveimum og kundi lagt seg framum við trimum og fýra, so kom Holland fyrst upp á javn og so frammum. 

Ein lítil uggi var tað, at sterki hollendski strikuspæl, Samir Benghanem, fekk reytt kort, og so snýtti Óli Mittún hollendska málverjan við einum lumpiskoti úr langari fjarstøðu. 

 

Føroyskir málskýttar:

Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 
Óli Mittún 4
Allan Nordberg 3
Ísak Vedelsbøl 3

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096