Málið um tvígiftu fer ikki í rættin

Málið um tvígiftu fer ikki í rættin
Statsadvokaturin hevur staðfest avgerðina hjá ákæruvaldinum, sum ikki heldur seg hava nóg góð prógv í málinum
Málið er mett av nýggjum, og við nýggju skjølunum kann ákæruvaldið ikki prógva, at kvinnan er sek í tvígiftu. Málið fer tí ikki í rættin. (Savnsmynd)
 
17.03.2025 - 10:07

Málið um tvígiftu, bigami, er endaliga avgreitt.

Statsadvokaturin hevur staðfest avgerðina hjá ákæruvaldinum, um ikki at fara í rættin við málinum.

Hendan avgerðin var kærd til statsadvokatin. Men hann staðfesti avgerðina.

Hann kundi annars biðja ákæruvaldið gera fleiri kanningar í málinum, ella viðgera støðutakanina av nýggjum.

 

Tók málið aftur

Ákæruvaldið tók málið um tvígiftu, sum í september í fjør var sett á rættarlistan, aftur, tí nýggj skjøl stuðla uppáhaldinum um, at konan ikki var gift, tá hon var gift uppaftur.

Ákæran segði, at ein 39 ára gomul kvinna var sek í tvígiftu.

Hon var ákærd fyri at hava gift seg við einum føroyingi, hóast hon longu var gift í heimlandi sínum í Asia.  Hetta skal hava verið í 2012.

 

Málið útsett

Málið skuldi viðgerast í Føroya rætti í september í fjør, men verjin bað um at fáa tað útsett. 

Málið var útsett í tríggjar mánaðir.

Málið er mett av nýggjum, og við nýggju skjølunum kann ákæruvaldið ikki prógva, at kvinnan er sek í tvígiftu, sigur Katrin Thorsvig Hansen, ákæri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365