Hondbóltsfeløgini í Klaksvík ætla at leggja saman

Hondbóltsfeløgini í Klaksvík ætla at leggja saman
Forkvinnan í Stjørnuni sigur, at samanlegging loftar best teimum ungu, og formaðurin í Team Klaksvík sigur, at tíðin er komin at leggja saman
Ætlanir eru um at leggja bæði hondbóltsfeløgini í Klaksvík saman.
 
18.03.2025 - 13:38

Føroyskur hondbóltur stendur í fagrasta/besta blóma, og klaksvíkingar vilja eisini vera við í stóru menningini.

Í Klaksvík hava gentur og kvinnur spælt hondbólt við Stjørnuni, og menn og dreingir hava spælt við Team Klaksvík.

Í gjár var kunningarfundur um møguliga samanlegging hjá Stjørnuni og Team Klaksvík. 

- Soleiðis lofta vit best teimum ungu, sigur Sylvia Løvenskjold Hansen, forkvinna í Stjørnuni.

Óli á Gravarbø, formaður í Team Klaksvík, er sannførdur um, at tíðin er komin at leggja saman, og at undirtøka er millum limirnar hjá sær. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 
 

18032025_Stjornan_og_Team

 

Ein arbeiðsbólkur verður nú settur at arbeiða víðari við samanleggingini. 

Uppskotið um samanlegging kemur til viðgerðar á aðalfundi í báðum feløgum.

Stjørnan hevur aðalfund 24. mars og Team Klaksvík kallar inn til eykaaðalfund, um arbeiðsbólkurin kemur til tað niðurstøðu, at undirtøka er fyri samanleggingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424