Vit gita: Hetta verður liðið móti Kekkia

Vit gita: Hetta verður liðið móti Kekkia
Fyrstu venjingarnar hava givið nakrar ábendingar um liðið. Helst byrja bæði Árni Frederiksberg og Dávid Géza Turi á bonkinum
Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Brandur Hendriksson
Mynd: Bárður Lydersen  
 
20.03.2025 - 23:55

Føroyska manslandsliðið í fótbólti er komið til Kekkia í dag. Við í ferðalagnum eru 23 spælarar, sum allir ætla sær at spæla móti Kekkia leygarkvøldið 22. mars, og týskvøldið 25. mars móti Montenegro. Vit gita hvussu liðið fer at síggja út til dystin móti Kekkia.

Landsliðið hevði sína fyrstu venjing mánadagin. Tá manglaðu bæði Mattias H. Lamhauge og Meinhard E. Olsen. Týsdagin og mikudagin vóru allir mans til venjing á Tórsvølli. Í morgun fór ferðalagið til Danmarkar og so víðari við leiguflogfari til Kekkia.

Føroyska liðið skal spæla á nýggja leikvøllinum hjá FC Hradec Králové, sum hevur heimstað nakað uttanfyri Prag. Eftir ferðina í dag vandi liðið á einum graslíkisvølli stutt frá leikvøllinum. Venjingin gav ongar ábendingar um liðið, men við støði í útsøgnunum hjá Eyðuni Klakstein, landsliðsvenjara, og venjingunum á Tórsvølli fara vit at gita liðið.

Tað er greitt, at føroyska liðið fer at spæla 5-4-1.

 

Hørð kapping um málmansplássið

Í fleiri ár sat Gunnar Nielsen tungt á plássinum millum stengurnar. Síðani tók Teitur M. Gestsson yvir, men hann gavst brádliga undan hesum kappingarárinum. Eyðun Klakstein skal nú velja millum Mattias H. Lamhauge, Bárð á Reynatrøð og Ara í Haraldsstovu Petersen.

- Mattias hevur spælt góðar landsdystir, Bárður hevur spælt góðar landsdystir og Ari hevur spælt góðar U21-landsliðsdystir. So hetta er tríggir javnt sterkir málmenn, og eg eri tryggur við at seta allar tríggir í málið, segði Eyðun Klakstein fyrr í vikuni.

Mattias H. Lamhauge hevur ikki fingið spælitíð í seinastuni við FC Fredericia, men hann er væntandi fyrstaval. Harðastu kappingina fær hann frá Bárði á Reynatrøð úr Víkingi, men hann hevur ikki sæð sannførandi út í fyrstu dystunum í ár, men hevur fyrimun av dystarvenjing.

Í miðverjuni er upplagt við Odmari Færø, Gunnari Vatnhamar og Andriasi Edmundsson, meðan Jóannes Kalsø Danielsen og Viljormur Davidsen spæla á vongbakkunum. Jóannes K. Danielsen fær kapping frá Jann Benjaminsen.

Á miðjuni kundi verið líkt til, at tað verða Brandur Hendriksson og Hallur Hansson mitt fyri. Á síðunum eru fleiri spælarar til tvey pláss. Nakað bendir á, at tað verður Hanus Sørensen til høgru og René Shaki Joensen til vinstru. Tað merkir at millum annað Árni Frederiksberg og Meinhard E. Olsen byrja uttanfyri hesa ferð. Í álopinum sær út til, at Páll A. Klettskarð er eitt gott boð til at byrja inni frammanfyri Peturi Knudsen.

- Tú kanst rokna við, at vit koma at brúka meira enn ein spælara á teimum fremstu plássunum. Vit ætla eins og seinast, at brúka hópin. Tú skal eisini minnast til at vit eru í mars mánaði og dystarformurin hjá okkara spælarunum er ikki í topp enn, tí mugu vit brúka hópin, um vit skulu klára tveir harðar dystir, segði Eyðun Klakstein til venjing fyrr í vikuni.

 

Vit gita: (Føroyar 5-4-1)

Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – Hanus Sørensen, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson, René Shaki Joensen – Páll A. Klettskarð

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísur HM-undankappingardystin millum Kekkia og Føroyar, sum verður leygarkvøldið klokkan 19.45. Kringvarpið byrjar at senda frá klokkan 19 við upptakt og innsløgum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097