Eiga at banna elektroniskum urgum í Fólkakirkjuni

Eiga at banna elektroniskum urgum í Fólkakirkjuni
- Vit eiga at banna elektroniskum urgum í Fólkakirkjuni, tí teir hoyra ikki heima har, tað sigur Símun Hammer, formaður í Organistfelagnum.
Mynd: Mynd frá Degi og Viku  
 
22.03.2025 - 18:06

Tað er ikki fallið í góða jørð hjá Organistfelagnum, at Vestmanna kirkja hevur gjørt íløgur í eina elektroniska urgu heldur enn eina veruliga pípuurgu. Felagið heldur at talan er um eina eftirlíkning, sum ikki hoyrir heima í føroysku kirkjunum. Elektroniska urgan í Vestmanna avloysti annars eina eldri elektroniska urgu, og tað finnast eisini fleiri elektroniskar urgur í Føroyum. Organistfelagið er av tí fatan, at tær hoyra ikki heima í føroysku kirkjunum. 

 

1733540

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980

Meira um sama evni