Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið

Arbeiðsloysið er minkað seinasta árið
Í februar vóru 320 fulltíðararbeiðsleys, 37 færri enn í februar í fjør
Arbeiðsloysið er minst hjá teimum 45-54 ára gomlu.
Mynd: Hagstovan  
 
25.03.2025 - 10:47

Arbeiðsloysið var minni í februar enn í februar í fjør.

Men tó bara 0,1 prosentstig minni. Tað var 1,1 prosent í februar í ár.

Í februar vóru 145 kvinnur arbeiðsleysar, 36 færri enn í fjør. 

242 menn vóru arbeiðsleysir, 16 færri enn í februar í fjør. 

 

 

Í februar vóru 320 fulltíðararbeiðsleys, 37 færri enn í februar í fjør. 

Í februar vóru 43 fólk, 11,1 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys. 

Tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár.

Arbeiðsloysið er minst hjá teimum 45-54 ára gomlu.

Í dag fáa 308 fólk stuðul frá ALS, 114 kvinnur og 194 menn.

338 fáa pengar úr fiskavirkisskipanini, 157 kvinnur og 181 menn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541