Dalstunnilin liðugur í ár

Dalstunnilin liðugur í ár
Miðað verður nú ímóti at gera tunnilin til Dals lidnan í ár
28 milliónir skulu nú játtast avtrat til Dalstunnilin.
 
26.03.2025 - 18:43

Ein umsókn um at játta 28 milliónir krónur til Dalstunnilin kemur fyri Tingið í næstum. Tað vátttar landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen.

Sigurð Ó. Vang, deildarleiðari hjá Landsverki, segði við Dimmalætting fyrr í dag, at tað vanta einar 25-30 milliónir krónur í fyri at gera Dalstunnilin lidnan, og at Landsverk hevði biðið landsstýrið um at játta hesa upphædd við eini eykajáttan.

Og landsstýrið biður nú Tingið játta 28 milliónir krónur, uppplýsir landsstýrismaðurin í samferðslumálum. 

Um Landsverk fær hesa eykajáttanina, ber til at koyra millum Húsavík og Dal í ár.    

Eitt tunnilstoymið fór at gera tunnilin til Dals í 2021, og skotið varð ígjøgnum í november 2023. Tunnilin er tveir kilometrar og 200 metrar langur. 

Dalstunnilin fer  væntandi at kosta umleið 180 milliónir krónur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672