Mary Antonsdóttir: Yvirtíðin var stóri knúturin í samráðingunum

Mary Antonsdóttir: Yvirtíðin var stóri knúturin í samráðingunum
Kardinalspurningurin um neyðtilbúgving í sambandi við verkall er fyribils parkeraður
Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelagið hava skrivað undir sáttmála, sum er galdandi í eitt ár.
Mynd: Tordis Vang Guttesen  
 
26.03.2025 - 14:57

Tað loysti seg hjá semingsmonnunum ikki at sleppa Kommunala arbeiðsgevarafelagnum og Heilsuhjálparafelagnum, hóast semingsuppskotið, sum var lagt fyri partarnar í gjárkvøldið, var vrakað.

Semingsmenninir hildu fram við semingini, og seinnapartin skrivaðu KAF og Heilsuhjálparafelagið undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi í eitt ár.

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, sigur, at kravið um yvirtíð eftir átta tímar arbeiðsdag var stóri knúturin í samráðingunum hesa ferð.

Og kardinalspurningurin um neyðtilbúgving í sambandi við verkfall er fyribils parkeraður. 

Martin Gregersen, formaður í KAF, sigur, at ásetingin um yvirtíð eftir átta tímar arbeiðsdag, er ein ásannan av, at neyðugt er at gera nakað fyri at eggja starvsfólki til at taka eitt eyka tak á eldraøkinum.

Hoyr samrøðu, sum Tordis Vang Guttesen gjørdi við Mary Antonsdóttir og Per Martin Gregersen, tá tey høvdu skrivað undir nýggja sáttmálan:

 

26032025_Per_Martin_og_Mary

 

Partarnir á fundi við semingsmenninar fyrrapartin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Talan er um eitt árs sáttmála, sum verður galdandi frá 1. oktober í fjør, til 1. oktober í ár.

Partarnir eru samdir um, at lønin hækkar 4,75 prosent, frá 1. oktober í fjør at rokna.

Í semjuni er eisini staðfest, at arbeiðstíð út yvir átta tímar um dagin verður samsýnt sum úrtíðarløn, sum er 50 prosent eyka av vanligu lønini.

Eisini hækka nakrar viðbøtur. Fyri summar- og frítíðarlegur verður løn latin sum fyri vanligan arbeiðsdag, tó í minsta lagi átta tímar. Harafturat verður eykaviðbót latin, svarandi til kvøldviðbót fyri 16 tímar um samdøgrið. 

Er talan um leygar-, sunnu- og halgidagar, verður latin tvífald viðbót. Men viðbøturnar verða einans latnar, um talan er um frammanundan avtalaða og avmarkaða tíð, sum verður brúkt til leguuppihald.

Í semjuni er einki nevnt um undantøk í sambandi við neyðtilbúgving, tá verkfall er.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mikudag 18. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (2:5)
204303
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343