Kanjon skal útbyggja skúlan í Leirvík

Kanjon skal útbyggja skúlan í Leirvík
Eysturkommuna væntar, at øll verkætlanin fer at kosta umleið 95 milliónir krónur. Og tað er størsta íløga, sum kommunan hevur gjørt higartil
Tað fer væntandi at taka hálvt triðja ár at út- og umbyggja skúlan í Leirvík.
Mynd: Eysturkommuna  
 
27.03.2025 - 13:27

Eysturkommuna samtykti í gjár at taka av tilboði frá byggifelagnum Kanjon uppá 64,5 milliónir, um at út- og umbyggja skúlan í Leirvík.

Kommunan væntar, at øll verkætlanin fer at kosta umleið 95 milliónir krónur. Og tað er størsta íløga, sum Eysturkommuna hevur gjørt higartil.

Per Martin Gregersen er borgarstjóri í Eysturkommunu:

 

27032025_Skuli_i_Leirvik

 

Per Martin Gregersen er borgarstjóri í Eysturkommunu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Fýra tilboð komu inn, og Kanjon hevði lægsta tilboðið, sum var 64,5 milliónir.

Tilboðið hjá HVT var 72 milliónir, hjá Articon 78 milliónir, og Búsetur hevði eitt tilboð uppá 80,5 milliónir.

Verkætlanin umfatar at taka gamla partin av skúlanum niður, og byggja eina nýmótans fimleikahøll, skúlakøk, serstovur og vanligar skúlastovur. 

Økið er á leið 2.200 fermetrar.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891