Musk skrivar kekkar til veljarar í Wisconsin

Musk skrivar kekkar til veljarar í Wisconsin
Valið í morgin kann fáa stóran týdning, tí tað ger av, hvør verður valdur í hægstarætt
Musk og bólkar, sum hann stuðlar, hava brúkt meira enn 20 milliónir dollarar til valið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
31.03.2025 - 08:49

Ríkmaðurin Elon Musk, sum eisini er í umsitingini hjá Donald Trump, hevur skrivað út kekkar fyri eina millión dollarar, sum svarar til 6,9 milliónir krónur, til tveir veljarar í statinum Wisconsin.

Elon Musk hevur eisini lovað at skriva kekkar til aðrar veljarar, sum vilja atkvøða  fyri einum konservativum valevni til starvið sum dómari í hægstarætti í Wisconsin. 

Musk og bólkar, sum hann stuðlar, hava brúkt meira enn 20 milliónir dollarar til valið.

Valið í morgin er rættiliga týðandi, tí tað ger av, hvør verður valdur í hægstarætt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744