Ruth Vang: Avbjóðingin verður at fáa hallið niður um 200 milliónir

Ruth Vang: Avbjóðingin verður at fáa hallið niður um 200 milliónir
Fyri einum ári síðani varð sagt, at avlop fór at verða næsta ár, men tann dreymurin er brostin
Ruth Vang, landsstýriskvinna, hevur lagt fram uppskot um játtanarkarmar frá 2026 til 2030.
Mynd: Bárður Veihe  
 
31.03.2025 - 18:00

 Landskassin fer at hava eina fjórðings milliard krónur í halli næsta ár. 

- Avbjóðingin verður nú at fremja átøk, so hallið kemur niður um 200 milliónir, sigur Ruth Vang, sum legði játtanarkarmarnar fram í dag.

Tað gongur striltið at fáa avlop á fíggjarlógini. Tá játtanarkarmarnir vórðu lagdir fram fyri júst einum ári síðani, varð sagt, at í 2025 kom vend í, og yvirskotið fór at koma 2026.

Í dag brast tann dreymurin endaliga, tá Ruth Vang enn einaferð legði fram játtanarkarmar, hesa ferð fyri 2026:

Landskassahallið verður 252 milliónir næsta ár

Í búskaparfrágreiðingini, sum fylgir við játtarnarkørmunum hesa ferð, verður staðfest, at landshúsarhaldið hongur ikki saman - hvørki næsta ár ella næstu árini.

Í fjør varð annars sagt, at vend kemur í í 2026 - tá skuldi aftur vera yvirskot í landskassanum:

Nú er málið at fáa yvirskot á fíggjarlógina í 2028. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

31032025_Ruth_Vang_um_jattanarkarmar

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598