Sjúkrahúsverkið skal vera universitetssjúkrahús

Sjúkrahúsverkið skal vera universitetssjúkrahús
Trivnaðarnevndin, sum hevur viðgjørt uppskotið, er samd um at taka undir við uppskotinum hjá landsstýrinum
Universitetssjúkrahúsið fer at lyfta fakliga støðið, tryggja føroyingum betri viðgerðartilboð og skapa eina sterkari støðu fyri samstarvi við altjóða fakumhvørvið, sigur Trivnaðarnevndin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.04.2025 - 08:17

Løgtingið tekur undir við uppskotinum hjá landsstýrinum, um at skipa sjúkrahúsverkið sum universitetssjúkrahús.

Trivnaðarnevndin, sum hevur viðgjørt uppskotið, er samd um at taka undir við tí.

Talan er um eina langtíðaríløgu, sum fer at lyfta fakliga støðið, tryggja føroyingum betri viðgerðartilboð og skapa eina sterkari støðu fyri samstarvi við altjóða fakumhvørvið.

Harafturat verður føroyska heilsuverkið meira kappingarført, bæði tá ræður um at draga nýútbúgvin  starvsfólk til sín og varðveita tey, sum longu eru í skipanini, stendur í álitinum hjá Trivnaðarnevndini.

Arbeiðið at skipa eitt universitetssjúkrahús í Føroyum byggir á álitið um universitetssjúkrahús frá 2023.

Í fíggjarlógini í ár er hálvtriðja millión krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521